Aðalfundur

Ársaðlfundurin hjá Hjálparfólkafelagnum verður í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará, hósdagin tann 29 apríl. 2021 kl.19.00. Skrá sambart lógum felagsins. Møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn fundin. Nevndin.

Avlýsing!

Ársaðalfundurin hjá Hjálparfólkafelagnum, sum varð lýstur at verða hósdagin, tann 17. desembur, 2020 kl 19.00, er fyribils útsettur vegna nýggjastu koronatilmælini.Fleiri av okkara limum arbeiða við fólki í vandabólki, og kunnu tí ikki koma á fund. Nevndin

Aðalfundur

Ársaðlfundurin hjá Hjálparfólkafelagnum verður í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará, hósdagin tann 17 des. 2020 kl.19.00. Skrá sambart lógum felagsins. Møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn fundin. Nevndin.

Normering til hjálparfólk lykilin til støðuga tænastu

Dagstovnaøkið hevur seinastu tíðina fingið nógva umrøðu í miðlunum. Víst hevur verið á, at stórur mangul er uppá pedagogar á økinum, og at tað gongur útyvir børnini, sum ikki fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, sum dagstovnalógin ásetur. At tað mangla fólk á dagstovnaøkinum eru vit í hjálparfólkafelagnum samd í. Sama støða er á serøkinum, har […]

Ofta settir spurningar

Her eru nakrir ofta settir spurningar. Hvussu við trygging ? Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu við Betri trygging. Tryggingin umfatar hættisliga sjúku, sjúkt barn og við deyða. Umframt tað, kunnu vit við stoltleika bjóða okkara limum eina betri avlamningstrygging enn pedagogfelagið kann bjóða teirra limum. Hvussu við limagjaldið ? Limagjaldið í hjálparfólkafelagnum er 1,5% av lønini, […]

Sámal Hansen nýggjur formaður í hjálparfólkafelagnum

Á ársaðalfundinum hjá hjálparfólkafelagnum, sum var hildin 29.04.19, stóðu Eystan Elisson og Sámal Hansen fyri nevndarvalið, teir vóru báðir afturvaldir. Nevndin hevur nú skipa seg av nýggjum, við Sámal Hansen sum formanni. Hini í nevndini eru: Næstforkvinna: Linda Højgaard Kassameistari: Eystan Elisson Nevndarlimur: Claus Højgaard Nevndarlimur: Maj-Britt Winter Hentze Jacobsen Tiltakslimur: Laila Rólantsson Tiltakslimur: Birthe […]

Hjálparfólkafelagið vunnið sær tíðandi rættindi í trætuni um eftirlønina

Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at eftirlønin hjá limum í hjálparfólkafelagnum framyvir verður flutt í Betri Pensjón. Hetta merkir, at Hjálparfólkafelagið við stoltleika kann bjóða limum sínum eina betri tryggingaravtalu í Betri Pensjón, enn Pedagogfelagið kann bjóða sínum limum í Tryggingarfelagnum Lív. Hetta málið hevur tikið langa tíð at fingið […]

Útbúgving til hjálparfólk

Tosað verður nú um útbúgving til hjálparfólk. Høvuðsspurningurin í samband við útbúgvinina tykist at vera, hvar í landinum skúlin skal ligga, og er ætlanin í verandi løtu, at skúlin skal liggja í Suðuroy. Hjálparfólkafelagið er av tí áskoðan, at innihaldið í skúlanum og hvørji rættindi skúlin gevur hjálparfólki er alt avgerandi fyri skúlan og útbúgvingina. […]