Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum
Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.
31/01/2019
Hjálparfólkafelagið vunnið sær tíðandi rættindi í trætuni um eftirlønina
Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at eftirlønin hjá limum í hjálparfólkafelagnum framyvir verður flutt í Betri Pensjón. Hetta merkir, at Hjálparfólkafelagið við stoltleika kann bjóða limum sínum eina betri tryggingaravtalu í Betri Pensjón, enn Pedagogfelagið kann bjóða sínum limum í Tryggingarfelagnum Lív.
Hetta málið hevur tikið langa tíð at fingið greiði á. Pedagogfelagið hevur gjørt alt sum liggur í teirra makt, fyri at gera lívið súrt hjá Hjálparfólkafelagnum, væl vitandi um, at um Hjálparfólkafelagið vann hetta slagið, so verður munandi tyngri hjá Pedagogfelagnum at kappast um limirnar, nú tá tryggingar- og eftirlønarspurningurin er komin uppá pláss.
Vit í Hjálparfólkafelagnum eru sera errin av, at hava vunnið okkum hesi rættindi, og somuleiðis eru vit sera glað um at kunna vísa, hvørja styrki felagið hevur.
Vit hava longu fingið fleiri áheitanir um at koma út at greiða frá fyrimunum við at vera limur í Hjálparfólkafelagnum. Ætlanin er at fara út at vitja stovnar í næstum, har vit fara at greiða frá, hvørjum felagið arbeiðir við.
Ætlanin er eisini at greiða frá eftirløn og trygging og øðrum ágóðum, so sum lægri limagjaldi.
Ein fyrimunur við at vera í bólkatryggingini hjá Hjálparfólkafelagnum, í mun til bólkatryggingina hjá Pedagogfelagnum, er, at tímalønt automatiskt eru tryggjað í Hjálparfólkafelagnum. Ein annar fyrimunur við at hava eftirlønina í Betri er, at um man samlar allar sínar tryggingar í Betri, so fær man eina peningaupphædd uppá 20% av goldnum tryggingum útgoldna einaferð um árið.
Hjálparfólkafelagið