Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum
Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.
12/08/2019
Normering til hjálparfólk lykilin til støðuga tænastu
Dagstovnaøkið hevur seinastu tíðina fingið nógva umrøðu í miðlunum. Víst hevur verið á, at stórur mangul er uppá pedagogar á økinum, og at tað gongur útyvir børnini, sum ikki fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, sum dagstovnalógin ásetur.
At tað mangla fólk á dagstovnaøkinum eru vit í hjálparfólkafelagnum samd í. Sama støða er á serøkinum, har stórur mangul er uppá starvsfólk, fyri at tryggja teimum við serligum tørvið virðilig rættindi.
Ansingarøkið er sera stórt, og er støðugt vaksandi. Tað starvast ca. 1000 pedagogar og ca. 1200-1300 hjálparfólk á økinum.
Hetta kostar pengar, og tí er neyðugt, at okkara politikarar seta meira pening av til økið. Men tá tað er sagt, so er eisini nógv, ið kann gerast fyri at fáa eina betri og støðuga tænastuna á kommunalu og landsins stovnum.
Hjálparfólkafelagið hevur fleiri ferðir víst á, hvussu tíðandi tað er at endurskoða hvørjar arbeiðsuppgávur hoyra til pedagogar, og hvørjar hoyra til hjálparfólk, hetta fyri at fáa sett norm á, hvussu nógv størv eru pedagogisk, og hvussu nógv eru hjálparfólkastørv.
Sum nú er, er stórur skeivleiki í normeringini um hvussu nógv størv eiga at verða pedagogstørv, og hvussu nógv eiga at verða hjálparfólkastørv. Hetta má fáast í rættlag soleiðis, at býtið verður realistiskt í mun til útbúnar pedagogar, og arbeiðsuppgávurnar á stovnunum.
Sum støðan er nú, so eru ca. 45% av størvunum á dagstovnaøkinum og serøkinum mannaði av pedagogum, og 55% mannaði av hjálparfólkið.
Sáttmálin á økinum sigur, at øll størv á serøkinum eru pedagogisk, og minst 2/3 av størvunum á dagstovnaøkinum skulu verða mannaði av pedagogum.
Hjálparfólkafelagið hevur fleiri ferðir víst á hendan skeivleikan.
Skeivleikin í normeringini hevur við sær, at størv mannaði av hjálparfólkið, alla tíðina verða lýst leys til pedagogar at søkja, hóast vælskikkað starvsfólk er í starvinum.
Setanartreytirnar í sáttmálanum eru soleiðis ljóðandi:
§ 2. Setanartreytir
Treytin fyri at verða settur í starv er, at viðkomandi hevur lokið námsfrøðiligt prógv, ella samsvarandi prógv, ið er góðkent av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag.
Stk. 2. Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið. Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skulu lýsast leys minst 6. hvønn mánað. Sambært semju millum sáttmálapartarnar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili.
Hendan skeiva normeringin fær tað til at síggja út, sambært sáttmálanum á økinum, sum um tað mangla einir 1000 pedagogar.
Nógv fokus hevur seinastu tíðina verið sett á ansingarøkið, og eru vit í hjálparfólkafelagnum sum sagt samd í, at økið er niðurraðfest, og tørvar eina hægri fíggjarliga játtan, soleiðis at fleiri starvsfólk kunnu setast.
Tá eingir pedagogar eru til at manna størvini, og mangulin uppá hjálparfólk er stórur, eiga hesi størv sjálvsagt at verða normeraði til hjálparfólk.
Vit síggja dagliga nógvar starvslýsingar eftir pedagogum í miðlunum. Hesar lýsingar verða javnan nýttar sum grundgeving fyri hvussu ringt tað er at mannað størvini. Veruleikin er, at hesar starvslýsingar geva eina heilt skeiva mynd av støðuni.
Hjálparfólkafelagið hevur kannað eftir hvørji størv talan er um, tá lýst verður eftir pedagogi. Í nógv flestu førum er starvið mannað av væl skikkaðum hjálparfólkið, sum enntá ynskir at halda fram í sínum starvið, men má síggja sítt starv verða lýst leyst øðrum at søkja, tí sáttmálin sigur tað.
Hjálparfólkafelagið er av tí fatan, at stóri trupulleikin ikki skildast mangul uppá pedagogar, men er eitt úrslit av manglandi skipan á økinum. Neyðugt er at normera ein part av størvunum til hjálparfólk, soleiðis at býtið av pedagogum og hjálparfólkið er í samsvar við arbeiðsuppgávur, og tey størv ið eru á økinum.
Við at normera ein part av størvunum á økinum til hjálparfólk, høvdu leiðarar sloppi undan at lýst mannaði størv, við skikkaðum starvsfólki, leys at søkja.
Tað er óðskiljandi, at einki starv á økinum er normerað hjálparfólki tá hugsað verður um, at pedagogar bert klára at manna 1000 av teimum ca. 2200 – 2300 størvunum, sum eru á sáttmálaøkinum.
Hjálparfólkafelagið vil heita á mynduleikar og avvarandi á økinum um at endurskoða, og tillaga avtalur og mannagongdir, fyri framyvir at tryggja eina góða tænastu á kommunalu og landsins stovnum.
Og vilja vit fegin sum fakfelag, umboðandi hjálparfólk, bjóða okkum fram við tí vitan, sum vit hava, soleiðis at allir partar á økinum verða hoyrdir.
Sámal Hansen
Formaður í
Hjálparfólkafelagnum