Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum
Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.
08/08/2019
Ofta settir spurningar
Her eru nakrir ofta settir spurningar.
Hvussu við trygging ?
Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu við Betri trygging. Tryggingin umfatar hættisliga sjúku, sjúkt barn og við deyða.
Umframt tað, kunnu vit við stoltleika bjóða okkara limum eina betri avlamningstrygging enn pedagogfelagið kann bjóða teirra limum.
Hvussu við limagjaldið ?
Limagjaldið í hjálparfólkafelagnum er 1,5% av lønini, í mun til 1,8% í pedagogfelagnum.
Hetta merkir, at limir í hjálparfólkafelagnum gjaldað 0,3% minni av lønini í limagjaldið enn limir í føroya pedagogfelag.
Hvussu við lønarsáttmálanum?
Limir í hjálparfólkafelagnum og pedagogfelagnum verða løntir eftir sama sáttmála. Umframt løn, eru allar avtalir í sáttmálanum eins fyri limir í hjálparfólkafelagnum og pedagogfelagnum.
Hvussu við útbúgvingini pedagoguskur ástøðingur?
Tað er ein partur av sáttmálanum, so har eru limir í hjálparfólkafelagnum og pedagogfelagnum eins stillaðir.
Hví skal eg velja hjálparfólkafelagið ?
Hjálparfólkafelagið er felagið fyri hjálparfólk. Felagið hevur bara eitt endamál, sum er at arbeiða fyri rættindunum hjá hjálparfólkið.
Hjálparfólkafelagið hevur lægri limagjald, og betri trygging.