Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Fundur varð hildin týskvøldið og nevndin hevur skipað seg. Sámal Hansen heldur fram sum formaður, Linda Højgaard er næstforkvinna, Laila Rólantsson skrivari, Eystan Elisson peningarøkil, og Claus Højgaard nevndarlimur. Tiltakslimir eru Friðrika Mortensen Kristiansen og Leif Vestergaard Hansen.

Aðalfundur

Ársaðalfundurin hjá Hjálparfólkafelagnum verður í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará, hósdagin tann 4. mai 2023 kl.19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn fundin. Nevndin.

Hava Tjóðveldi og Framsókn onki skilt?

Hvørjum heimi liva umboðini hjá Tjóðveldi og Framsókn í minnilutanum í Tórshavnar býráð í? Ikki í mínum heimi! Ikki tí veruleika, sum hjálparfólk liva í. Eg eri milt sagt skelkað, hvussu lítið tey hava fatað av, hvussu tingini hanga saman. Nær skilja tit, at sum støðan er, so hevði at kalla eingin stovnur verið opin, […]

Starvsfólk á umsorganarøkinum fáa lønarlyft

Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving verða umfataðir av lønarlyftinum.   Í samgonguskjalinum varð avtalað, at samgongan vil geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum eitt lønarlyft.   Landsstýrið hevur avgjørt, at hesir bólkar verða umfataðir av lønarlyftinum: Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving.   Talan er um bólkar sum starvast […]

Starvsfólkatrot á bú- og dagstovnaøkinum. Er sjálvgjørt ikki vælgjørt?

Gott hevði verið, um kommunurnar, landið og Pedagogfelagið sóu veruleikan og gjørdu nakað við hann: 2/3 av arbeiðsmeginini eru hjálparfólk, sum ikki føla seg trygg í sínum starvi, tí sum hjálparfólk skal ein søkja sítt egna starv aftur og aftur. Hjálparfólkafelagið er vitandi um eina kvinnu, sum segði upp, tá hon 14. ferð, varð noydd […]

Kunnandi fundur fyri hjálparfólkum í Sandoynni

Hjálparfólkafelagið er biðið um at koma suður at hava kunnandi fund fyri hjálparfólkum, og tað gera við hjartans fegin Vit hittast mikukvøldið 1. mars kl. 19 á Kommunuskrivstovuni á Sandi, Miðgøta 8 Vit gleða okkum at síggja tykkum. Vit bjóða okkurt gott afturvið einum kaffi-/temunni. Vh. Hjálparfólkafelagið

Aftursvar til skriv frá Jógvan Philbrow, til limirnar í Pedagogfelagnum.

Jógvan Philbrow roynir við lygnum og skeivum pástandum í telduposti til sínar limir, at leggja meg og Hjálparfólkafelagið undir at seta Pedagogfelagið í ringt ljós. Jógvan Philbrow sigur “Føroya Pedagogfelag hevur valt ikki at luttaka í hesum sundurlyndi, og fer tí ikki alment út í miðlarnar at avsanna mínar pástandir ella ósannindi” Jógvan Philbrow er […]

Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk

Sitandi formaður í Pedagogfelagnum Jógvan Philbrow hevur stutt sagt verið ein skandala fyri hjálparfólk. Tað er í veruleikanum heilt ófatiligt, at ikki øll hjálparfólk duga at síggja,hvussu lítla virðing hann hevur fyri hjálparfólki.   Føroya Pedagogfelag hevur ongantíð í søgu felagsins havt ein formann, sum røkkur uppá knøini á Philbrow, tá talan er um at […]

Samráðingarrætturin er sjálvsagdur

Í einum fólkaræði við einum frælsum arbeiðsmarknaði er taðein sjálvfylgja, at eitthvørt fakfelag samráðist viðarbeiðsgevararnar um skyldur og rættindi hjá sínum limum.  Tað løgna við hjálparfólkunum er, at Pedagogfelagið hevurtikið sær rættindi at umboða hesi í øllum lønarsamráðingum. Hetta hevur gingið illa. Hóast fyrigyklan um bæði eitt og annað stendur fast, at lønarmunurin millum hjálparfólk og pedagogar bara økist. Hetta hendir, samstundis um hjálparfólkini gera tveirtriðingar av øllum pedagogiska arbeiðnum á bæði bústovna– og dagstovnaøkinum. Her hevur tó aldri verið talan umsomu løn fyri sama arbeiði. Langtífrá tí. Eg skilji ikki, hví námsfrøðingar ikki seta ynski fram, ellakrevja, at kunna samráðast um ein ordiliga góðan sáttmála, bara fyri námsfrøðingar?  Eg skrivi hetta bara, tí tað er tað, sum vit hoyrdu alla tíðina, áðrenn Hjálparfólkafelagið var sett á stovn. Tað var í veruleikanum orsøkin til, at Hjff var stovnað.  Vit fingu at vita í tíð og ótíð, at vit høvdu einki at gera í Pedagogfelagnum. Serliga á tiltikna aðalfundinum í des 2017 á Hotel Føroyum, varð hetta tútað inn í oyruni á okkum, so tað rungaði eftir í! Men einki sýnist at vera nóg gott, sum vit gera, tí tá vit so gjørdu, sum pedagogarnir ynsktu, ja so var tað heldur ikkigott.  Pedagogar hava ikki brúk fyri hjálparfólkunum í Pedagogfelagnum, burtursæð frá limagjaldinum.  Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí tá vitstovnaðu Hjálparfólkafelagið, tá tók Pedagogfelagið seg umreiggj og fór í gongd við at seta hjálparfólkaráð og hvat veiteg á stovn, alt gjørt fyri at tekkjast hjálparfólkunum. Vit vita øll, at hetta var ikki serliga aktuelt áðrenn! Sum nú er, so er tað pedagogar, sum samráðast umtreytir og løn hjá hjálparfólkum. Og tað er tað, eg ynski at fáa eitt skilagott tjak um.  Hví halda vit, at tað er í ordan, at pedagogar samráðast fyriokkum? Og um tað er í ordan, skulu vit hjálparfólk so eisinisamráðast um lønina hjá pedagogunum? Er tað ikki meiraenn rímiligt? Vit hjálparfólk eru 2/3 av arbeiðsmegini á sáttmálaøkinum? Hevur hetta nakað við tað at gera, at summi halda at vit ikkiduga at samráðast, tí vit ikki hava námsfrøðiútbúgving?  Tað kann ikki passa, tí ein stórur partur av okkum havaútbúgving, ikki eina námsfrøðiútbúgving, men tó, vit havafólk við skrivstovuútbúgvingum, guðfrøðingar, skiparar, maskinistar, lærarar, læknaskrivarar, bátasmiðir, bakarar, tannatstøðingar, frisørar o.s.fr. Og so eru vit eisini mammur, pápar, ommur og abbar.  Vit mugu koma burtur frá, […]

Viðmerking til innslagið í KVF

Ovurstór lønargjógv millum hjálparfólk og pedagogar   Í KVF–tíðindunum í gjárkvøldið varð ljós varpað á ivasomu mannagongdina hjá álitisfólkum og leiðarum í Pedagogfelagnum, í sambandi við starvsfólkafundir á stovnum.   Fleiri starvsfólk, ið ivast at skifta frá Pedagogfelagnum til Hjálparfólkafelagið, kenna seg hótt av álitisfólki, og í onkrum føri eisini av leiðarum. Tey fáa at […]