Tel. +298 75 07 60

  • Um felagið
    • Samband
    • Nevnd
    • Stovna
    • Lógir felagsins
    • Búmerki
    • Tekna teg sum lim
  • Sáttmálar
    • 2017
  • Lønartalvur
    • 2017
    • 2018
    • 2019
  • Semjur
    • Starvsfólkapolitikkur
    • Arbeiðstíðarreglur
    • Serstøk frívika
  • Ymiskt
    • Betri Pensjón

Starvsfólkatrot á bú- og dagstovnaøkinum. Er sjálvgjørt ikki vælgjørt?

Kunnandi fundur fyri hjálparfólkum í Sandoynni

Aftursvar til skriv frá Jógvan Philbrow, til limirnar í Pedagogfelagnum.

Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk

Samráðingarrætturin er sjálvsagdur

Viðmerking til innslagið í KVF

“Tora” ikki at lima seg inn í Hjálparfólkafelagið

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Aðalfundur

Sofía, Lena og Jórun vunnu gávukortini

20/12/2022

Samráðingarrætturin er sjálvsagdur

Í einum fólkaræði við einum frælsum arbeiðsmarknaði er taðein sjálvfylgja, at eitthvørt fakfelag samráðist viðarbeiðsgevararnar um skyldur og rættindi hjá sínum limum. 

Tað løgna við hjálparfólkunum er, at Pedagogfelagið hevurtikið sær rættindi at umboða hesi í øllum lønarsamráðingum. Hetta hevur gingið illa. Hóast fyrigyklan um bæði eitt og annað stendur fast, at lønarmunurin millum hjálparfólk og pedagogar bara økist.

Hetta hendir, samstundis um hjálparfólkini gera tveirtriðingar av øllum pedagogiska arbeiðnum á bæði bústovna– og dagstovnaøkinum. Her hevur tó aldri verið talan umsomu løn fyri sama arbeiði. Langtífrá tí.

Eg skilji ikki, hví námsfrøðingar ikki seta ynski fram, ellakrevja, at kunna samráðast um ein ordiliga góðan sáttmála, bara fyri námsfrøðingar? 

Eg skrivi hetta bara, tí tað er tað, sum vit hoyrdu alla tíðina, áðrenn Hjálparfólkafelagið var sett á stovn. Tað var í veruleikanum orsøkin til, at Hjff var stovnað. 

Vit fingu at vita í tíð og ótíð, at vit høvdu einki at gera í Pedagogfelagnum. Serliga á tiltikna aðalfundinum í des 2017 á Hotel Føroyum, varð hetta tútað inn í oyruni á okkum, so tað rungaði eftir í!

Men einki sýnist at vera nóg gott, sum vit gera, tí tá vit so gjørdu, sum pedagogarnir ynsktu, ja so var tað heldur ikkigott. 

Pedagogar hava ikki brúk fyri hjálparfólkunum í Pedagogfelagnum, burtursæð frá limagjaldinum. 

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí tá vitstovnaðu Hjálparfólkafelagið, tá tók Pedagogfelagið seg umreiggj og fór í gongd við at seta hjálparfólkaráð og hvat veiteg á stovn, alt gjørt fyri at tekkjast hjálparfólkunum.

Vit vita øll, at hetta var ikki serliga aktuelt áðrenn!

Sum nú er, so er tað pedagogar, sum samráðast umtreytir og løn hjá hjálparfólkum. Og tað er tað, eg ynski at fáa eitt skilagott tjak um. 

Hví halda vit, at tað er í ordan, at pedagogar samráðast fyriokkum? Og um tað er í ordan, skulu vit hjálparfólk so eisinisamráðast um lønina hjá pedagogunum? Er tað ikki meiraenn rímiligt? Vit hjálparfólk eru 2/3 av arbeiðsmegini á sáttmálaøkinum?

Hevur hetta nakað við tað at gera, at summi halda at vit ikkiduga at samráðast, tí vit ikki hava námsfrøðiútbúgving? 

Tað kann ikki passa, tí ein stórur partur av okkum havaútbúgving, ikki eina námsfrøðiútbúgving, men tó, vit havafólk við skrivstovuútbúgvingum, guðfrøðingar, skiparar, maskinistar, lærarar, læknaskrivarar, bátasmiðir, bakarar, tannatstøðingar, frisørar o.s.fr. Og so eru vit eisini mammur, pápar, ommur og abbar. 

Vit mugu koma burtur frá, at ”hjálparfólk”, ikki eru útbúgvin, tí tað er sera niðursetandi.

Lat námsfrøðingarnar fáa frið at samráðast um sín egnasáttmála, so tey kunnu fáa tað, tey hava uppiborið.

Men tey eiga at gera tað, uttan at at taka atlit til hjálparfólkini! Vit skulu nokk klára okkum sjálvi í einisáttmálasamráðing, sum fer at gagna øllum hjálparfólkum! 

Laila, hjálparfólk við pedagogiskari ábyrgd, álitisfólk, mamma, tannatstøðingur, skrivari, fyrrverandi læknaskrivari og útvarpsvertur og sjálvstøðug vinnurekandi.

Tekna teg sum lim

Hjálparfólkafelagið

|

Heiðavegur 15b

|

600 Saltangará

|

Tel. +298 75 07 60

|

hjff@hjff.fo

|

V-tal: 629804

© Hjálparfólkafelagið 2022

Privatpolitikkur

Vevstjóri     |     krea.fo