Tel. +298 75 07 60

  • Um felagið
    • Samband
    • Nevnd
    • Stovna
    • Lógir felagsins
    • Búmerki
    • Tekna teg sum lim
  • Sáttmálar
    • 2017
  • Lønartalvur
    • 2017
    • 2018
    • 2019
  • Semjur
    • Starvsfólkapolitikkur
    • Arbeiðstíðarreglur
    • Serstøk frívika
  • Ymiskt
    • Betri Pensjón

Starvsfólkatrot á bú- og dagstovnaøkinum. Er sjálvgjørt ikki vælgjørt?

Kunnandi fundur fyri hjálparfólkum í Sandoynni

Aftursvar til skriv frá Jógvan Philbrow, til limirnar í Pedagogfelagnum.

Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk

Samráðingarrætturin er sjálvsagdur

Viðmerking til innslagið í KVF

“Tora” ikki at lima seg inn í Hjálparfólkafelagið

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Aðalfundur

Sofía, Lena og Jórun vunnu gávukortini

13/12/2022

Viðmerking til innslagið í KVF

Ovurstór lønargjógv millum hjálparfólk og pedagogar

 

Í KVF–tíðindunum í gjárkvøldið varð ljós varpað á ivasomu mannagongdina hjá álitisfólkum og leiðarum í Pedagogfelagnum, í sambandi við starvsfólkafundir á stovnum.

 

Fleiri starvsfólk, ið ivast at skifta frá Pedagogfelagnum til Hjálparfólkafelagið, kenna seg hótt av álitisfólki, og í onkrum føri eisini av leiðarum. Tey fáa at vita, at um tey skifta fakfelag, so skulu tey út av starvsfólkafundi, um álitisfólkið hjá Pedagogfelagnum hevur kunning til limirnar.


Hjálparfólkafelagið kann á ongan hátt góðtaka hesar hóttanir. Eg trúgvi heldur ikki, at arbeiðsgevarin ynskir tílíkar mannagongdir.

Um eitt fakfelag kemur við kunning, sum bert eru til limirnar, skal tað sjálvandi kunnast á annan hátt.


Jógvan Philbrow helt at hetta var nattúrligt, og royndi at flyta fokus við at blanda sáttmálasamráðingar uppí málið. Hann helt tað vera ein trupulleiki, at Hjálparfólkafelagið var stovnað. Hann segði, at arbeiðsgevarin kundi seta hesar bólkar uppímóti hvørjum øðrum, og møguliga sáa splid í Pedagogfelagið, og hann helt ikki tað tænti hjálparfólkunum.

Vit í Hjálparfólkafelagnum duga ikki at síggja nakran vanda í, at arbeiðsgevarin setur starvsfólkabólkar upp imóti hvørjum øðrum. Hinvegin duga tey væl í Pedagogfelagnum at seta kílar ímillum, fyri at gera tað trupult hjá Hjálparfólkafelagnum.

Tað, sum Jógvan Philbrow roynir at føra fram er, at Pedagogfelagið er sterkari einsamalt, og at Hjálparfólkafelagið er ein forðing, serliga í sáttmálasamráðingum.

Styrkin hjá Pedagogfelagnum liggur í øllum hjálparfókunum,sum eru limir í felagnum. Pedagogfelagið kann illa liva uttan inntøkurnar frá hjálparfólkunum. Hetta ger eisini, at tá sáttmálasamráðingar eru, kann Pedagogfelagið leggja nærum alt sáttmálaøkið lamið í einum møguligum verkfalli.

Styrkin liggur í, at felagið kann selja hjálparfólkini í stríðnum fyri hægri løn til pedagogarnar.

Tvær tær seinastu samráðingarnar hava skapt eina ovurstóra lønargjógv millum hjálparfólk og pedagogar. Lønarmunurin millum eitt nú ein pedagog á hægsta stigi, og eitt hjálparfólk á hægsta stigi, sum í flestu førum ger akkurát sama arbeiði, er heilar 9200,- kr


Byrjunarlønin hjá einum hjálparfólki liggur niðanfyri arbeiðaralønina.

Hjálparfólkafelagið arbeiðir fyri at vinna rættin at samráðast um egin viðurskifti. Hjálparfólkini telja heilar 2/3 av øllum starvsfólkunum á sáttmálaøkinum. Um øll hjálparfólk stóðu saman, hevði Hjálparfólkafelagið verið størsta fakfelag á trivnaðarøkinum.

Sámal Hansen
Formaður í Hjálparfólkafelagnum

Hjálparfólkafelagið

|

Heiðavegur 15b

|

600 Saltangará

|

Tel. +298 75 07 60

|

hjff@hjff.fo

|

V-tal: 629804

© Hjálparfólkafelagið 2022

Privatpolitikkur

Vevstjóri     |     krea.fo