“Tora” ikki at lima seg inn í Hjálparfólkafelagið

Hevur tú sum hjálparfólk fingið at vita frá álitisfólkinum, ella frá tínum leiðara á arbeiðsplássinum, at velir tú at gerast limur í Hjálparfólkafelagnum, so sleppur tú ikki at vera við á starvsfólkafundum, har boð verða givin frá alitisfólkinum hjá Pedagogfelagnum? Hevur álitisfólkið hjá Pedagogfealgnum nakað at siga, sum ikki má koma fyri oyruni á hjálparfólkum, […]

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg Nevndin hevur skipað seg á fyrsta fundi eftir aðalfundin tann 17. juni 2022. Formaður er Sámal Hansen, næstformaður er Linda Højgaard, Eystan Elisson er peningarøkil, Laila Rólantsson er skrivari og Claus Højgaard er nevndarlimur. Tiltakslimir eru Eilis Johannesen og  Friðrika Mortensen Kristiansen Á aðalfundinum staðfesti formaðurin í frágreiðingini fyri […]

Aðalfundur

Ársaðalfundurin hjá Hjálparfólkafelagnum verður í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará, hósdagin tann 16. juni 2022 kl.19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn fundin. Nevndin.

Sofía, Lena og Jórun vunnu gávukortini

Vit hava nú funnið vinnararnar til gávukortini á 3.000,- frá Hotel Brandan, sum Hjálparfólkafelagið lutar burtur millum limirnar. Hjartaliga tillukku: Sofía Simona Østerø, Mylnugøta 5, 700 Klaksvík Lena Hansen, Nýggjivegur 2, 620 Runavík Jórun Hvidbro, Hamarssniðið 15, 700 Klaksvík

Lutakast millum limirnar um 3 gávukort á 3.000,-

🥰 VIT Í HJÁLPARFÓLKAFELAGNUM ERU Í JÓLAHÝRI 🥰 🍀 VINN GÁVUKORT FRÁ HOTEL BRANDAN UPPÁ 3000 KR🍀 Er tú limur í Hjálparfólkafelagnum? So er tú við í lutakasti um 3 gávukort á 3.000,- frá “HOTEL BRANDAN” Ert tú ikki limur? So er at skunda tær at lima teg inn her: Tekna teg sum lim innan […]

Faldarin hjá Hjálparfólkafelagnum

Nú eru teir komnir  Faldari við relevantum upplýsningum til hjálparfólk. Tit eru vælkomin at kontakta okkum, um tit ynskja nakrar faldarar til tykkara arbeiðspláss. Skriva til okkum á hjff@hjff.fo, ella gev okkum boð á Facebook Lat okkum hjálparfólk standa saman.  Um vit ikki gera tað, hvør skal so? 

Hjálparfólk fingu einki burturúr verkfallinum

Nú verkfallið er av, er greitt, at hjálparfólk, sum mynda tveir triðingar av limunum í Pedagogfelagnum, onki fingu burturúr verkfallinum.   Arbeiðsgevararnir bjóðaðu Pedagogfelagnum somu lønarhækkan sum hini fagfeløgini høvdu fingið, eina lønarhækkan uppá 2,05% fyrsta árið, og 1,25% næsta árið.   Hjálparfólkafelagið hevur síðan seinastu sáttmálasamráðingar áhaldandi víst á ótryggu setanarviðurskiftini hjá hjálparfólki. Víst […]

Hvat snýr verkfallið seg um ?

Nú Pedagogfelagið er farið í verkfall, spyrja nógv fólk, hvat stóra “knútapunktið” í samráðingunum er.   Formaðurin í Pedagogfelagnum hevur verið sera varin við at úttala seg um, hvørji mál skilja partarnar.   Í byrjanini av samráðingunum segði formaðurin, at tað var ikki so nógv lønin, sum farið varð eftir hesaferð, men meiri onnur viðurskifti, sum […]

Kunning

  Kunning frá Hjálparfólkafelagnum í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Hjálparfólkafelagið noktar limum sínum at taka upp verkfallsrakt arbeiði í sáttmálatrætuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og KAF og Fíggjarmálaráðið hinumegin. Hetta merkir, at limir í Hjálparfólkafelagnum eiga at fara til arbeiðis sum vanligt, men at limir felagsins ikki skulu átaka sær uppgávur, sum annars høvdu […]

Aðalfundur 29 apríl 2021

Hjálparfólkafelagið hevði aðalfund hóskvøldið 29 apríl. Nakað av fólki var møtt til fundin, sum var hildin í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini. Roknskapurin var lagdur fram, og var góðkendur. Eitt annað punkt á skráðni var ásetan av limagjaldið, her var einiheit at halda á fram við sama gjaldið á 1,5% Á nevndarvalinum var Laila Rólantsson vald […]