Aftursvar til skriv frá Jógvan Philbrow, til limirnar í Pedagogfelagnum.
Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk
Samráðingarrætturin er sjálvsagdur
Viðmerking til innslagið í KVF
“Tora” ikki at lima seg inn í Hjálparfólkafelagið
Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg
Sofía, Lena og Jórun vunnu gávukortini
13/06/2021
Kunning
Kunning frá Hjálparfólkafelagnum í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum.
Hjálparfólkafelagið noktar limum sínum at taka upp verkfallsrakt arbeiði í sáttmálatrætuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og KAF og Fíggjarmálaráðið hinumegin.
Hetta merkir, at limir í Hjálparfólkafelagnum eiga at fara til arbeiðis sum vanligt, men at limir felagsins ikki skulu átaka sær uppgávur, sum annars høvdu skulað verið loystar av limum í Pedagogfelagnum.
Nevndin