Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi

Hjálparfólkafelagið vitjaði námsfrøðihjálparalesandi á Heilsuskúlanum í Hovi. Í síðstu viku vóru vit boðin suður at heilsa uppá námsfrøðihjálparar, og fortelja teimum um felagið. Vit fingu gott prát við tær. Tað vóru nógvir spurningar svaraðir og prátið gekk væl 😁🍀 Takk fyri innbjóðingina og gleða okkum at koma aftur.

Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!

Um tit sum meiriluti í Pedagogfelagnum ynskja at hava nakað at siga um egin viðurskifti, so mugu vit siga tykkum, at tað er bara eitt at gera, og tað er at tit melda tykkum inn í felagið fyri hjálparfólk, Hjálparfólkafelagið. Bara saman kunnu vit broyta tey tingini, vit ynskja. Bara saman kunnu vit fáa samráðingarrættin. […]

Tað er deyðatøgn…

Hjálparfólkini hava stóran meiriluta í Pedagogfelagnum. Hví seta tit ikki krøv? Vit í Hjálparfólkafelagnum brenna fyri betri sømdum fyri ØLL hjálparfólk, eisini fyri tey, sum enn eru í Pedagogfelagnum. Sjálvandi meina vit í Hjálparfólkafelagnum, at eingin er betur at føra samráðingar fyri hjálparfólk enn Hjálparfólkafelagið. Vit vita best um viðurskiftini hjá hjálparfólkunum, men vit sleppa ikki, […]

Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum

Nú Pedagogfelagið boðar frá, at limir felagsins fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 07.00 til fríggjadagin 3. november kl. 17.00, heitir Hjálparfólkafelagið á limir sínar, um ikki at taka upp verkfallsrakt arbeiði. Verkfallið er bert galdandi fyri limir sum starvast á dagtilboðum hjá Almannaverkinum. Nevndin.

Frá Hjálparfólkafelagnum

Hjálparfólkafelagið heitir á limir sínar, sum starvast eftir sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, um ikki at taka upp arbeiði hjá sjúkrarøktarfrøðingum, nú felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst arbeiðssteðg fyri allar sínar limir. Limir felagsins, sum arbeiða eftir sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og KAF. eru ikki fevndir av arbeiðssteðginum. Nevndin

Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.

Tað harmar meg enn, at hjálparfólkini heldur vilja stuðla pedagogum, sum arbeiða fyri “at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv”, heldur enn at stuðla hjálparfólkum, ella rættari sagt, arbeiða fyri sær sjálvum, tí tað ger Pedagogfelagið ikki! § 2. Endamál og virki felagsins. a) at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett […]

Nær læra tit?

“Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.” ella: “Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.” Ikki er tað serliga hugaligt at søkja eitt starv, har tú veit, at tú bara er ein møgulig ífylla, til ein námsfrøðingur søkir! Kommunur mugu fara frá at søkja eftir námsfrøðingum og […]

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Fundur varð hildin týskvøldið og nevndin hevur skipað seg. Sámal Hansen heldur fram sum formaður, Linda Højgaard er næstforkvinna, Laila Rólantsson skrivari, Eystan Elisson peningarøkil, og Claus Højgaard nevndarlimur. Tiltakslimir eru Friðrika Mortensen Kristiansen og Leif Vestergaard Hansen.

Aðalfundur

Ársaðalfundurin hjá Hjálparfólkafelagnum verður í Hæddini, Heiðavegur 19, Saltangará, hósdagin tann 4. mai 2023 kl.19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn fundin. Nevndin.

Hava Tjóðveldi og Framsókn onki skilt?

Hvørjum heimi liva umboðini hjá Tjóðveldi og Framsókn í minnilutanum í Tórshavnar býráð í? Ikki í mínum heimi! Ikki tí veruleika, sum hjálparfólk liva í. Eg eri milt sagt skelkað, hvussu lítið tey hava fatað av, hvussu tingini hanga saman. Nær skilja tit, at sum støðan er, so hevði at kalla eingin stovnur verið opin, […]