Tel. +298 75 07 60

  • Um felagið
    • Samband
    • Nevnd
    • Stovna
    • Lógir felagsins
    • Búmerki
    • Tekna teg sum lim
  • Sáttmálar
    • 2017
  • Lønartalvur
    • 2017
    • 2018
    • 2019
  • Semjur
    • Starvsfólkapolitikkur
    • Arbeiðstíðarreglur
    • Serstøk frívika
  • Ymiskt
    • Betri Pensjón

Starvsfólkatrot á bú- og dagstovnaøkinum. Er sjálvgjørt ikki vælgjørt?

Kunnandi fundur fyri hjálparfólkum í Sandoynni

Aftursvar til skriv frá Jógvan Philbrow, til limirnar í Pedagogfelagnum.

Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk

Samráðingarrætturin er sjálvsagdur

Viðmerking til innslagið í KVF

“Tora” ikki at lima seg inn í Hjálparfólkafelagið

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg

Aðalfundur

Sofía, Lena og Jórun vunnu gávukortini

05/01/2023

Pedagogfelagið ein skandala fyri hjálparfólk

Sitandi formaður í Pedagogfelagnum Jógvan Philbrow hevur stutt sagt verið ein skandala fyri hjálparfólk. Tað er í veruleikanum heilt ófatiligt, at ikki øll hjálparfólk duga at síggja,hvussu lítla virðing hann hevur fyri hjálparfólki.

 

Føroya Pedagogfelag hevur ongantíð í søgu felagsins havt ein formann, sum røkkur uppá knøini á Philbrow, tá talan er um at gera mannamun á pedagogum og hjálparfólki.

 

Veruleikin er, at frá 2017 til 2022 eru pedagogarnir farnir 5 lønarstig upp, meðan hjálparfólk eru farin 1 (eitt) lønarstig upp.

 

Hetta hevur viðført ein øgiligan lønarmun. Mánaðarlønin hjá einum pedagogi á hægsta stigi er 35.126,48 kr. Til samanberingar fær eitt hjálparfólk á hægsta stigi 25.948,36 kr. Hetta er ein munur uppá 9.178,12 kr.

 

Aftrat hesum kemur, at eftirlønin hjá pedagogum er 14% í mun til 12% hjá hjálparfólki. Leggur tú eftirlønina aftrat fær pedagogurin 40.044,18 kr og hjálparfólkið 29.062,16 kr. Hetta gevur ein samlaðan lønarmun á 10.982,02 kr um mánaðin.

Hetta er ein øgiligur lønarmunur, tá hugsað verður um, at í flestu førum gera hjálparfólk og pedagogar akkurát sama arbeiði á somu stovnum.

 

Hetta vil Hjálparfólkafelagið broyta sum skjótast.

 

Sámal Hansen

Formaður í Hjálparfólkafelagnum

Hjálparfólkafelagið

|

Heiðavegur 15b

|

600 Saltangará

|

Tel. +298 75 07 60

|

hjff@hjff.fo

|

V-tal: 629804

© Hjálparfólkafelagið 2023

Privatpolitikkur

Vevstjóri     |     krea.fo