Búmerkið hjá felagnum

Starvsøki.

Hjálparfólk starvast innan eitt breitt øki og eru ein týðandi partur av arbeiðinum á bæði almanna- og heilsuøkinum. Tey veita stuðul til fólk í øllum aldri og arbeiða í ymiskum umhvørvum.

Hjálparfólk kunnu millum annað starvast:

  • í dagstovnum og skúlum
  • í eldrasambýlum og ellis- og røktarheimum
  • í sambýlum og búeindum fyri fólk við serligum tørvi
  • á sjúkrahúsum og psykiatriskum deildum
  • í heimarøktini
  • sum stuðlar fyri einstaklingar við serligum tørvi
  • í virkishúsum og dagtilhaldum
  • í viðgerðarstovnum og á stuðulstiltøkum

Hjálparfólk hava eitt fjølbroytt starv, sum fevnir bæði um praktiskar og sosialar uppgávur, og tey hava ein týðandi leiklut í at tryggja trivnaðin hjá teimum, tey veita tænastur.