Um okkum.
Hjálparfólkafelagið er eitt felag fyri okkum, sum starvast sum hjálparfólk innan dagstovnaøkið og aðrar trivnaðartænastur kring landið. Vit eru mong, sum hvønn dag skapa tryggleika, umsorgan og ein mennandi gerandisdag fyri børn, ung og fólk við serligum tørvi – og tað gera vit við hjarta, hegni og ábyrgd.
Vit standa saman, tí vit vita, at arbeiðið hjá okkum hevur týdning. Okkara endamál er at savna, stuðla og styrkja hjálparfólkini – bæði fakliga og menniskjaliga. Vit vilja skapa ein felagsskap, har vit kenna okkum hoyrd, vird og tikin í álvara.
Við stórari virðing fyri arbeiðinum hjá Føroya Pedagogfelag og teirra leikluti í vælferðartænastuni, ynskja vit at byggja víðari á eitt gott samstarv og lyfta okkara egnu rødd. Tí vit hava eisini nakað at bjóða – eitt sterkt ynski um at menna ein góðan og virknan viðleikara á trivnaðarøkinum.
Hjálparfólkafelagið er til fyri teg, sum altíð ert har fyri onnur.