29. feb. 2024
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi.
Hjálparfólkafelagið vitjaði námsfrøðihjálparalesandi á Heilsuskúlanum í Hovi.
Í síðstu viku vóru vit boðin suður at heilsa uppá námsfrøðihjálparar, og fortelja teimum um felagið. Vit fingu gott prát við tær. Tað vóru nógvir spurningar svaraðir og prátið gekk væl. Takk fyri innbjóðingina og gleða okkum at koma aftur.