Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum
Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.
18/04/2024
Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Nevndin í Hjálparfólkafelagnum fær javnan spurningin, um hvussu tað gongur við samráðingunum, hvat farið verður eftir, og um hjálparfólkini verða raðfest hesaferð.
Hjálparfólkafelagið er ikki ein partur av samráðingunum, og fáa vit tí ikki innlit í, hvørji krøv Pedagogfelagið setur, ella hvørji krøv arbeiðsgevararnir KAF og FMR seta.
Hjálparfólkafelagið hevur í fleiri umførum verið í samband við KAF og FMR um sáttmálan hjá hjálparfólkum, og hava gjørt viðmerkingar til alt, sum vit meina, eigur at verða broytt!
Vit hava víst á ymisk átrokandi viðurskifti, sum eiga og mugu dagførast, um loysn skal fáast á stóru avbjóðingin sum pedagogiska økið er komið í, við at alt ov fá hjálparfólk søkja tey mongu ómannaðu størvini á økinum.
Lønarviðurskiftini hjá hjálparfólkum mugu betrast, um tað skal gerast meira lokkandi hjá hjálparfólki at søkja arbeiði á økinum, eitt nú fær eitt hjálparfólk, sum byrjar í starvi, 13,28kr minni í løn, enn hvat arbeiðaralønin gevur.
Arbeiðsuppgávurnar mugu definerast fyri at gagnnýta námsfrøðingarnar best møguligt.
Á serøkinum er eisini neyðugt at skipa arbeiðið soleiðis, at námsfrøðingarnir í mest møguligan mun eru til arbeiðis tað tíð á døgninum, tá brúkararnir eru mest aktivir.
Áðrenn vit hava definerað hvørjar uppgávur námsfrøðingar eiga, og hvørjar uppgávur hjálparfólk eiga, er vónleyst at finna røttu normeringina á økinum.
Sum nú er sigur dagstovnalógin, at minst 2/3 av starvsfólkunum skulu verða námsfrøðingar, og 1/3 kann verða hjálparfólk. Starvsfólkabýtið millum pedagogar og hjálparfólk á økinum er beint øðugt, 2/3 eru hjálparfólk, og 1/3 er námsfrøðingar, tí má hetta broytast, soleiðis at samsvar verður millum uppgávur, og tey starvsfólk ið mynda økið.
Álitisfólkaskipanin eigur eisini at verða dagførd, soleiðis at øll starvsfólk eru fevnd av skipannini. Ein skipan tvørs av fakfeløgunum, hevði tænt arbeiðsgevara og starvsfólkum á økinum best.
Hetta eru viðurskifti, sum Hjálparfólkafelagið hevur víst arbeiðsgevaranum á, við vón um, at arbeiðsgevarin sær tørvin, og krevur hesar broytingar, nú sáttmálasamráðingar eru.
Undanfarni formaður Jógvan Philbrow úttalaði seg um, at samráðingarnar ikki gingu eftir ætlan. Hann segði, at lønarlyftið, sum var givið tí pedagogiska økinum, og sum lovað varð ikki skuldi ávirka lønarsamsáðingarnar, var innroknað ta lønarhækkan, sum arbeiðsgevarin bjóðaði Pedagogfelagnum.
Lønarlyftið saman við lønarhækkani sum arbeiðsgevarin kundi bjóða Pedagogfelagnum, var á leið tað sama, sum aðrir fákbólkar hava fingið uttan nakað lønarlyft, og tað kundi ikki góðtakast.
Sum sagt, so er Hjálparfólkafelagið ikki ein partur av samráðingunum, og hava vit tí ikki inlit í, hvat liggur á borðinum, men vit hava tó okkara boð uppá, hvørji viðurskifti fylla mest hjá samráðingarpørtunum.
Okkara boð er, at Pedagogfelagið vil í minsta lagi hava tað sama í prosentum í lønarhækkan, sum flest onnur fakfeløg hava fingið, og at lønarlyftið ikki skal íroknast, sum tað varð lovað.
Hinvegin rokna vit við, at arbeiðsgevarin hevur tikið tað til sín, sum Hjálparfólkafelagið hevur víst á. Vit vóna, at arbeiðsgevarin krevur, at byrjunarlønin hjá hjálparfólki skal lyftast upp á eitt støði, so hon gerst í minsta lagi kappingarfør við arbeiðaralønina. Hetta fyri at betra um fyritreytirnar at manna hjálparfólkastørvini framyvir.
Arbeiðsgevarin hevur í fleiri av undanfarnu samráðingum verið alt ov eftirgevandi við at loyvt Pedagogfelagnum at selt hjálparfólkini fyri betri lønarviðurskifti til námsfrøðingarnar, við tí úrsliti, at hjálparfólkalønin er so afturútsigld, at trupult er at fáa hjálparfólkastørvini mannað.
Hjálparfólkafelagið heldur, at tað sjálvandi átti at verið Hjálparfólkafelagið sum samráddist um løn og treytir hjá hjálparfólki, og hava vit eisini heitt á arbeiðsgevaran, um at geva Hjálparfólkafelagnum samráðingarrættin fyri hjálparfólk.
Sum støðan er, fáa vit ikki gjørt annað enn vónað, at arbeíðsgevarin hevur tikið tað til sín, sum Hjálparfólkafelagið hevur víst á.
Vit bíða við spenningi, hvussu leikur fer fram.
Sámal Hansen
Formaður í Hjálparfólkafelagnum