Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum
Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.
09/04/2024
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Eg havi bíðað eftir onkrari viðmerking frá onkrum hjálparfólki í Pedagogfelagnum, síðan blaðið hjá pedagogunum kom út í september mánað. Men her er eisini deyðatøgn.
Eg vóni ikki, at tað var við vælsignilsi frá hjálparfólkunum í felagnum, at hetta kom út?
Eru hjálparfólk í Pedagogfelagnum samd við formanninum og landsstýrismannin, tá teir siga, at ”námsfrøðingar eiga at manna námsfrøðistørv”? Hetta var yvirskriftin í seinasta Pedagogblaðnum. Og um so er, hvat gera hjálparfólkini so í Pedagogfelagnum?
Hvat gera hjálparfólk í einum fakfelag, har tey ikki eru ynskt? Hvønn part av ”vit ynskja tykkum ikki á okkara arbeiðsmarknaði” skilja hjálparfólkini ikki??
Tað eru landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og formaðurin í Pedagogfelagnum Jógvan Philbrow, sum vóru so æviga samdir, tí øll kenna meiningina hjá formanninum.
Gott hjá teimum, helst tá hugsað verður um, at tað eru framvegis hjálparfólk, sum enn telja tveir triðingar av arbeiðsmegini, sum gera hetta arbeiði, sum teir vilja, at bara námsfrøðingar skulu gera!
Og tað er hjálparfólkini hjá formanninum í sama Pedagogfelag, sum við hesum fáa at vita, at tey bara eru eitt ”nøgvendigt onde”, til øll størv verða sett av námsfrøðingum.
Hvat er tað tit hjálparfólk ikki skilja?? Hví hugsa tit ikki fyri tykkum sjálvi? Hvar eru tit? Hví hoyra vit tykkum ikki?
Eg eri sum so samd við tí, at tað eru nøkur øki, har meirilutin eigur at vera námsfrøðinga. MEN, tað er heilt óluksáliga niðursetandi av einum formanni í einum felag, har stóri meirilutin eru hjálparfólk, at hava umbiðið viðmerkingar frá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, og góðtekur, at tað verður skrivað soleiðis um sínar egnu limir! At hann kemur sær!
Og tit hjálparfólk góðtaka hetta! At vera so lítið vird av sínum egna formanni, tað er langt úti! Tað skuldi ikki verið eg! Var eg limur í einum fakfelag, sum virdi meg so lítið, so fór eg sjálvandi úr felagnum. Eg vil ikki vera har, eg ikki eri ynskt, og tað er eisini grundin til, at Hjálparfólkafelagið varð stovnað!
Sjálvandi ynskja námsfrøðingar, at tey kunnu manna øll størv á námsfrøðiliga økinum, og eg skilji tey so sera væl, men tey eru ikki her at manna størvini! Og til ta tíð, so er tað minsta, at formaðurin í Pedagogfelagnum virðir síni hjálparfólk, tey somu hjálparfólkini, sum halda øllum økinum uppi, og gevur teimum eina umberðing fyri hesa sera klossutu grein.
At virða hjálparfólkini, sum enn eru í Pedagogfelagnum, er tað minsta kravið!
Og so aftur til Djóna. Hann sýnist at hava tað so stuttligt, tá hann verður spurdur um «stóra starvsfólkatrotið á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum kundi freistað hann at sett fram uppskot um at broyta ásetingina í dagstovnalógini, um at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum á dagstovnunum skulu vera námsfrøðingar: –«
Hann svarar: “Ja, so hevði eg broytt tað til tríggjar triðingar… Hann flennir, tí tað er sagt í skemti, men kortini er eisini álvari aftanfyri, tí Djóni Nolsøe Joensen er sjálvur útbúgvin námsfrøðingur.”
Eg krympi tærnar. Hetta er so ótrúliga niðursetandi, at eg havi ikki orð fyri tí! Hvat hugsar landsstýrismaðurin fyri sær? Hann skal als ikki sita ov væl í stólinum hjá Pedagogfelagnum og flenna at viðferðini, hjálparfólkini fáa við lóg! Og hann skal als ikki gloyma, at hann ikki bara er landsstýrismaður fyri námsfrøðingar, men so sanniliga eisini hjá dupult so nógvum hjálparfólkum, bæði teimum í Pedagogfelagnum og teimum í Hjálparfólkafelagnum!
Eg eri bæði mótfallin og hørm og kenni á mær, at Djóni Nolsøe Joensen sum námsfrøðingur er meira landsstýrismaður fyri námsfrøðingarnar, enn hann er fyri okkum hjálparfólk, og eg kenni tað sum at hann svíkjur hjálparfólkini. Í hvussu so er fyriheldur hann seg ikki til veruleikan, sum hann er í dag, tí tað var einki námsfrøðiligt øki hjá landsstýrismanninum at varða av, um tað ikki var fyri okkumhjálparfólk.
Tað er tungt at vera semjusøkjandi undir tílíkum umstøðum. Øll skipanin er tung, strævin og óhugalig. Og verður úrslitið, at øll hjálparfólkini fara at mistrívast, fara heim ella í betri lønt størv, so hevur landsstýrismaðurin onki øki at umsita. Tí námsfrøðingarnir megna ikki at fylla økið, hvørki nú ella nakrantíð.
Tað hevði klætt honum betri, um hann í staðin fyri at sita uppafturá í stólinum hjá Pedagogfelagnum og flenna, at hann sá veruleikan í eyguni, og tók støði út frá, hvussu tað sær út á námsfrøðiliga økinum í dag – og sum tað kemur at síggja út í mong ár framyvir. Hann eigur ikki at gloyma, hvør tað er, sum enn heldur hansara øki uppi! Heldur átti hann at víst stórstu virðing fyri teimum illa løntu hjálparfólkunum!
Jújú, tað stendur at: “Hann vissar um, at hann við hesum ikki á nakran hátt ætlar at klikkja niður á hjálparfólkini. Hann sigur seg hava allarstørstu virðing fyri hjálparfólkunum, og at eingin stovnur hevði verið opin uttan tey, og tí hann er námsfrøðingur stendur hann við, at námsfrøðiligt arbeiðspláss eiga at verða mannað við námsfrøðingum”…men leggur so afturat, at «Tað letur seg bara ikki gera, og so mugu vit fyrihalda okkum til ta støðuna».
Tað ger hann bara ikki! Sjálvt í lógini verða við hjálparfólk lítisvird!
Og jú, lógin eigur at vera broytt soleiðis, at hon er nútíðarhóskandi og kann haldast. Lógin verður brotin hvønn einasta dag á so gott sum øllum stovnum, og tað er ikki í ordan!
Tað ber heilt einfalt ikki til, at nakað landstýrisfólk gongur við til, at ein lóg, sum ikki er tíðarhóskandi og hevur nakað við veruleikan at gera, skal blíva við at standa sum ein skomm!
Einasta rætta er at broyta dagstovnalógina, so vit koma burtur frá § 8. Stk 4., sum sigur, at “Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar.”
Tað kann koma í lógina aftur, um tað nakrantíð verður meiriluti av námsfrøðingum á økinum, ikki fyrr! Tað er við vælsignilsi í hesi lóg, at einki tramans skil er á økinum. Lógin kann ikki haldast og við hesi ferð, so fer hon ikki at kunna haldast nakrantíð!
Broyt lógina til minst 50/50, so at vit tíma at verða verandi í arbeiði, tí tað er altso vit hjálparfólk, 2/3, sum halda øllum bú- og dagstovnaøkinum uppi! Í lógini skal eisini standa, at tað skal søkjast eftir hjálparfólkum í føst størv.
Veruleikin er, at tað er ikki nóg mikið av námsfrøðingum at gera arbeiðið! Eg vildi ynskt, at tað var, tí eg veit ikki, hví eg tími at fara til arbeiðis at gera arbeiðið hjá námsfrøðingunum, eitt arbeiði, har eg ikki eri ynskt, har tað sanniliga verður klikt niður á ein, og alt fyri eina lorta løn!
Og eftir at hava samanborið seg við læknar, so framgongur tað sera klárt, at virðingin fyri hjálparfólkunum er undir gáttini!
Brúkið heldur námsfrøðingarnar, har tað veruliga er brúk fyri teimum. Finnið útav, hvar tørvurin er. Vit hava t.d. ikki stóran tørv á teimum í t.d frítíðarskúlum. Har hava vit brúk fyri øllum øðrum, so sum teimum heilt ungu, sum kunnu tuska á vøllinum við børnunum, svimja og rokast annars, og sum samstundis kunnu nema sær kunnleika til yrkið, pápanum/abbanum sum dugir at telgja og byggja bátar og arbeiða uppá súkklur, mammu/ommuna sum dugir at seyma, binda, baka, ella annað sum lívsroyndirnar hava lært. Og lat so námsfrøðingarnar vera har, annar tørvur er.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at ”í nógv ár fram kunnu vit ikki vera eina rúgvu av hjálparfólkum fyri uttan”. So er at byrja við at uppføra seg hareftir, gera lógina tíðarhóskandi og geva hesum fólkunum, sum bera alt økið uppi, veruliga viðurkenning og ordiliga løn. Støðan nú er skammilig.
Hjálparfólkafelagið
Laila Rólantsson, skrivari