Búmerki

BÚMERKIÐ
Búmerkið er tvær hendur, sum halda um/verja trý børn ella fólk. Ovast er ein bláur bogi.
Búmerkið sær eitt sindur hondteknað út, tað er ikki symmetriskt, sum ger, at tað sær livandi út. Hetta haldi eg hóskar væl til barnagarðar og stovnar av ymsum slagi. Búmerkið lýsir skapanarlyndi og ymiskleika innan yrki sum hjálparfólk og av brúkarunum. Rundu ósymmetrisku formarnir bera bráð av hita og naivismu. Búmerkið sær ikki stívt og kalt út.

HENDUR
Hendur kunnu eitt nú signa, skapa, arbeiða, hjálpa og bera fram.
Hendur kunnu ímynda m.a. styrki, vald, verju, gávumildi, gestablídni,
støðufesti, tryggleika, kærleika, umsorgan og vinarlag.
Aristotle, heimspekingur, kallar hendur fyri “tool of tools” – amboð yvir øll amboð.
Hendur eru eisini talurør hjá teimum, ið onki mál hava.

FÓLKINI
Fólkini í búmerkinum kunnu vera børn ella vaksin, tey eru litføgur, hava ymisk skap og eru sprelsk/glað. Fólkini ímynda ymiskleika, bæði millum brúkararnar og hjálparfólkini.
Tey eru eitt sindur hjartaformaði, sum kann lýsa kærleika/umsorgan.

BOGIN
Bogin ímyndar verju, ella eina rammu um fólkini.
Bogin kann vera ein brúgv. Brúgvin ímyndar broyting og umskifti/skifti.
Børnini/fólkini mennast gjøgnum hjálparfólkini og tey koma at royna nýggjar
avbjóðingar/leiðir, sum brúgvin kann bera tekin um.
Bogin er bláur og kann eisini vera luft ella tekin, um at vera frælsur ella uttandura í frískari luft.

LITIRNIR
Búmerkið er reytt, blátt, myrkagrønt, ljósagrønt og blommulitt. Blátt: Blátt er liturin á himmal og havi. Tað verður sett í samband við dýpd og støðufesti.
Blátt ímyndar álit, trúfesti, vísdóm, sjálvsálit, vit, trúgv, sannleika og himmalin. Reytt: Reytt ímyndar kærleika, freisting, harskap, vanda, vreiði og váðaverk.
Reytt er liturin fyri eld og blóð – orku og megi.
Reytt verður eisini sett í samband við hetjudirvi, og í Asia ímyndar reytt eydnu. Grønt: Búmerkið hevur tveir grønar litir í hvør sínum tóna. Grønt hevur eina róliga ávirkan á fólk.
Grønt er tekin um lív, endurnýggjan, náttúru, gróður, endurføðing, tryggleika, vón, orku og umhvørvið.
Ofta verður grønt sett í samband við at vera óroyndur/grønur og at hava tørv á menning.

NAVNASKRIFTIN
Til “Hjálparfólka” havi eg brúkt skriftina “Kreon bold” og til “Felagið” havi eg brúkt “Kreon light”. Skriftin “Kreon” er ein serifa-skrift, sum merkir, at hon hevur føtur. Serifa-skriftir eru lættar at lesa og verða ofta brúktar í skúlahøpi.

HEINTA BÚMERKI SUM EPS
Hjálparfólkafelagið_logo_1
Hjálparfólkafelagið_logo_1_hvítt
Hjálparfólkafelagið_logo_2
Hjálparfólkafelagið_logo_2_hvítt

HEINTA BÚMERKI SUM PNG
Hjálparfólkafelagið_logo_1
Hjálparfólkafelagið_logo_1_hvítt
Hjálparfólkafelagið_logo_2
Hjálparfólkafelagið_logo_2_hvítt