Lógir felagsins
Viðtøkur fyri HJÁLPARFÓLKAFELAGIÐ
Grein 1: Navn og endamál
Navn felagsins er HJÁLPARFÓLKAFELAGIÐ. Heimstaður felagsins er Føroyar.
Endamál felagsins er við so góðum sáttmálagrundarlag, sum tilber, at virka fyri góðum lønar- og arbeiðviðurskiftum, og annars eftir førimuni at vera limum til hjálpar í ósemjum við arbeiðsgevara.
Grein 2: Limaskapur
Tey, sum taka upp starv á námsfrøðiliga økinum á kommunalum ella á landsstovnum, hava rætt til limaskap í felagnum, treytað av, at ásett limagjald verður goldið, og at limurin virðir viðtøkur felagsins, avgerðir nevndarinnar og samtyktir aðalfundsins.
Grein 3: Nevndin
Felagið verður stýrt av nevnd við 5 limum, sum sita 2 ár, og tveimu tiltakslimum, sum verða valdir á hvørjum ári. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali líka ár, og tveir standa fyri vali ólíka ár. Nevndarlimir kunnu afturveljast. Eftir aðalfundin skipar nevndin seg við formanni og kassameistara. Fyrstvaldi tiltakslimurin tekur sæti í nevndini, tá ein av nevndarlimunum fer frá millum aðalfundir.
Meirilutin í nevndini skal til eina og hvørja tíð vera hjálparfólk.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið tríggir nevndarlimir eru møttir á nevndarfundi.
Nevndin ger og sigur upp sáttmálar.
Nevndin kann søkja sær serkøna løgfrøðiliga, roknskaparliga ella aðra sakkøna hjápl eftir tørvi.
Grein 4: Tekningarreglur og roknskapur
Felagið verður bundið við undirskrift formansins og kassameistarans. Roknskaparárið er ámanakkaárið.
Grein 5: Aðalfundur og eykaaðalfundur
Aðalfundurin er hægsti myndugleikin felagsins og verður hildin í seinasta lagi 1. mai.
Aðalfundurin skal fráboðast limunum fjúrtan dagar fyri fundin. Møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Skráin fyri aðalfundin er:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðnum roknskapi 4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og einum tiltakslimi 6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt ella í seinasta lagi 3 vikur eftir, at í minsta lagi 50 limir skrivliga krevja tað við tilskilan av dagsskrá.
Grein 6: Viðtøkubroytingar
Viðtøkubroytingar kunnu bert gerast á aðalfundi. Møgulig uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Til at fremja viðtøkubroyting krevst at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri broytingunum.
Grein 7: Samstarv
Felagið kann samstarva við onnur yrkisfeløg um sáttmálaspurningar ella onnur viðurskifti.
Grein 8: Avtøka
Felagið kann verða avtikið á serligum innkallaðum eykaaðalfundi, tá 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.