Stovna

Stovnandi fundur av felagið fyri hjálparfólk

 

Á grækarismessu 2018

Í Hæddini í Saltangará

 

Stovnandi fundur av felagið fyri hjálparfólk varð hildin í Hæddini í Saltangará á Grækarismessu 12. Mars 2018

 

Claus Højgaard bjóðaðið vælkomin á stovnandi aðalfundin fyri hjálparfólk.

 

Durita Sigmundsdóttir Djurhuus var vald til fundarstjóra

 

Hon mælti til hesa skrá, sum er vanlig á einum stovnandi aðalfundi.

 

1.Frágreiðing frá stigtakaranum

Ad. 1 Sámal Hanse , ein av stigtakaranum, greiddi frá tilgongdini. Ein facebook-bólkur er stovnaður, har nógv kjak bleiv. Serliga var misnøgd í samband viðlønarsamráðingarnar hjá pedagogfelagnum. Gloppið millum pedagogar og hjálparfólk á endastigið vaks.

 

Prátað vaðr um at royna at fáa ávirkan í Pedagogfelagnum við at velja hjálparfólk inn í nevndina. Tað var ikki stórur hugur at fara í nevnd. Pedagogarnir valdu hinvegin at styrkja teirra vald í felagnum við at áseta, at formaðurin og tveir nevndarlimir (av5) skulu vera pedagogar.

 

Hjálparfólkini føla seg sum fanga í egnum felag. Tað verður forhandla. Kenslan er, at Pedagogfelagið selur burturav rættindinum hjá hjálparfólkum, fyri at geva pedagogum betri treytir.

 

2.Viðtøkur

Ad. 2 Durita Sigmundsdóttir Djurhus legði framuppskot til grundleggjandi viðtøkur. Tað ber til at viðtaka viðtøkurnar undir einum, ella at gera broytingar til einstøku greinirnar.

 

Sakførarin las grein 1 upp og spurdi, um uppskot vórðu til broytingar. Uppskot til navn var Hjálparfólkafelagið.

 

Nakað av práti stóðst av spurninginum, um folk við at gerast limir í hjálparfólkafelagnum,so blivu koyrd úr pedagogfelagnum. Fundarstjórin staðfesti, at tað ber til at verða limur í báum feløgunum, tó mugu so tvey limagjøld gjaldast.

 

Ymiskir spurningar

 

Semja var um at taka møguligar spurningar upp, áðrenn viðtøkurnar blivu gjøgnumgingnar.

 

Spurningur var, um fólk mistu síni rættindir í Pedagogfelagnum, um tey gerast limir í nýggja felagnum. Staðfest var, at rættindi bert blivu mist, um folk meldaðu seg úr Pedagogfelagnum.

 

Hvussu við tryggingar-og pensiónsviðurskiftum? Stigtakaranir hava prátað við pentións- og tryggingarfeløg og hava teir fingið váttað, at treytirnar verða tær somu, sum í Pedagogfelagnum.

 

Nýggi sáttmálin hjá Pedagogfelagnum gongur út í okt. 2020.

 

Eitt hóttandi skriv frá Pedagogfelagnum var gjøgnumgingið

 

Av teimum 2.200 limunum í Pedagogfelagnum eru 57% hjálparfólk, sambært heimasíðuni hjá felagnum.

 

Samráðingarrætturin liggur har, sum meir enn helmingurin av tí starvsbólkinum ynskir, at hann skal liggja. Spurningurin er, hvørt hjálparfólkini ynskja, at Pedagogfelagið skal samráast vegna tey, ella um eitt Hjálparfólkafelag skal stovnast bert við tí endamáli at arbeiða fyri hjálparfólkini.

 

Álitisfólkaskipan? Hvussu við henni? Álitisfólkaskipanin tryggjar ikki hjálp, men formidlar trupulleikarnar.

 

Hvørjar fylgjur hevur tað, um folk longu eru álitisfólk á einum stovni, og melda seg úr Pedagogfelagnum? Endamáli við álitisfólkum er at tryggja at rættindini í sáttmálanum vera vird. Tí er ikki sannlíkt, at hjálparfólk, sum tekna seg úr Pedagogfelagnum, framhaldandi kann vera álitisfólk fyri limir í Pedagogfelagnum.

 

Fram til okt. 2020 vera allar treytir, arbeiðstíðir, løn v.m. tær somu. Tá nýggjur sáttmáli skal gerast, vil hjálparfólkafelagið arbeiða fyri betri treytum fyri sínar limir.

 

Ætlanin er at stovna felagið, samtykkja viðtøkur og velja nevnd. Síðani ber til at innlima seg í felagið. Ynskiligt er, at folk eftir fundin so kunna onnur, sum ikki hava hoyrt um fundin, ella hava havt møguleika at verið við, kunnu gerast limir eisini.

 

Viðtøkurnar

Grein 1: Hildið var, at navni var heldur enn ikki giggisligt. Tosað var um, navnið kann broytast seinni.

 

Restin av viðtøkunum vóru viðgjørdar undir einum.

 

Í grein 3 var ynski um at skilgreina, nær nevndarlimit verða valdir, soleiðis at ikki allir standa fyri vali í senn. T.d. soleiðis at tríggir verða valdir líka ár, og tveir verða valdir ólíka ár.

 

Viðtøkurnar vóru samtyktar við greiðum meirluta.

 

Val av nevnd

Nevndin skipar seg sjálv. Uppskot til nevndarlimir?

Sámal Hansen, starvast á Mýruvegi 13b í Klaksvík

Claus Højgaard, starvast á Mýruvegi 13b í Klaksvík

Eystan Elisson, starvast á verkstaðnum á Brekku

Linda højgaard, starvast á Blikagøtu

Mai-Britt Winther Hentze Jacobsen

 

Tiltakslimur:

Leila Rólantsson, starvast ví frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini

 

Ynski um at broyta viðtøkurnar, soleiðis at tað vera tveir tiltakslimir

Birthe Didriksen, starvast á frítíðarskúla í Vestmanna

 

Samtykt.

 

Ásetan av limagjaldið

Vilja hava tað heldur lægri enn Pedagogfelagið. Nevndin skjítur upp 1,5% í mun til tey 1,8% hjá Pedagogfelagnum.

 

Uppskotið til limagjald var samtykt.

 

Ymiskt

Trygging

LÍV ynskti ikki at vera við á fundinum, eftirsum teir eisini tryggja Pedagogfelagið. Men LÍV bjóðar nýggja felagnum somu treyir. Nevndin ætlar at samrásat við Betri og Skyn eisini.

 

Nevndin ynskir at forhandla treytir við trigging first, áðren folk lima seg út úr Pedagogfelagnum.

 

Limagjald

Um man teknar seg sum lim, verður man so trektur fyri limagjald í báðum støðum? Ja, um man er limur í tveimum feløgum, tá lønin verður útgoldin. Hinvegin er innlimingin í kvøld mest fyri at vita, hvussu nógvar limir felagið hevur, tá nevndin fer til samráðingar um trigging.

 

Um man vil gjaldað til bæði feløgini, má man nokk flyta nýggja felagnum limagjald. Nevndin boðar nærri frá. M.a. má konta stovnast.

 

Samskifti

Ætlanin er at stovna ein nýggjan facebook-bólk, sum bert er fyri limirnar í nýggjs felagnum. Leila Rólantsson átók sær av at stovna bólkin”Hjólparfólkafelagið”. Leila tjekkar limalistan, áðrenn folk fáa atgongd til bólkin.

 

Adressu

Heimstaðurin er í Føroyum. Eingin støða tikin til heimstað annars.

 

Atstøðingar

Hvat við atstøðingunum, sum hava serligar treytir sum hjálparfólk við pedagogiskari ábirgd? Ongar broytingar eru í lønarviðurskiftunum fram til nýggjur sáttmáli skal gerast í 2020.

 

Tilmelding

Hvussu melda tey seg inn, sum ikki eru her í kvøld? Tilmeldingarblað verður lagt út á nýggja facebook-bólkin, soleiðis at limir kunnu skriva tað ú tog geva nýggjum limum tað.

 

Útbúgving til hjálparfólk

Hvussu við útbúgvingini fyri hjálparfólk, sum Pedagogfelagið hevur arbeitt við? Eitt-ára útbúgvingin skuldi ikki geva meiri í løn, men lætta um atgongd til pedagog-útbúgvingina.

 

Lokagjald

Føroya Arbeiðarafelag hevur eina skipan við lokagjaldið, har limir, sum gerast 67 ár, fáa einar 100 tkr. Útgoldnar. Tann skipanin kostar. Um limirnir ynskja tað, kann felagið skipa fyri tí, men hon kostar.

 

Durita Sigmundsdóttir Djurhuus takkaði fyri góðan fundarsið og staðfesti, at felagið nú var stovnað.

 

Sølvi Reinert Hansen, skrivari

 

 

Fundarstjóri

 

Durita Sigmundsdóttir djurhuus