Hvussu gongur við sáttmálasamráðingunum?
Hjálparfólkini, landsstýrismaðurin og formaðurin.
Vitjan á Heilsuskúlanum í Hovi
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Áheitan frá Hjálparfólkafelagnum
Hjálparfólk eiga at fáa viðbót fyri tað eyka arbeiði tey gera.
28/02/2024
Áheitan til hjálparfólk í Pedagogfelagnum!
Um tit sum meiriluti í Pedagogfelagnum ynskja at hava nakað at siga um egin viðurskifti, so mugu vit siga tykkum, at tað er bara eitt at gera, og tað er at tit melda tykkum inn í felagið fyri hjálparfólk, Hjálparfólkafelagið.
Bara saman kunnu vit broyta tey tingini, vit ynskja.
Bara saman kunnu vit fáa samráðingarrættin.
Bara saman kunnu vit taka avgerðir.
Hetta er ein áminning og ein vón um, at tit vakna! Vit hjálparfólk hava brúk fyri, at tit sum eru í Pedagogfelagnum, flyta yvir í Hjalparfólkafelagið!
Sannleikin er, at tit halda okkum aftur í at fáa okkara viðurskifti í lagi. Sannleikin er eisini, at bara við at fáa samráðingararættin fyri øll hjálparfólk, kunnu vit broyta nakað sum helst til okkara fyrimun.
Hjálparfólkafelagið fegnast um, at formaðurin í Pedagogfelagnum nú endiliga er farin at lurta eftir, hvat vit í felagnum hava sagt honum í langa tíð. Nú kennir hann seg nokk noyddan til at endurtaka tað, vit hava ført fram, tí onkur má jú tosa fyri hjálparfólkini. Og nú verður eisini kapping um atkvøðurnar frá hjálparfólkunum.
Men akkurát hetta var ein av orsøkunum til, at vit fóru úr Pedagogfelagnum. Eingin lurtaði eftir okkum! Vit vóru annanflokkslimir, hóast vit høvdu meirilutan í felagnum.
Vit hava bæði í skrivum og áheitanum á kommurnar biðið um at fáa viðbøtur til hjálparfólk, sum hava arbeitt í nógv ár, og sum ikki hava hug at lesa til pedagog, men hava nógva, góða og viðkomandi vitan! Er hetta nakað, sum hjálparfólkini í Pedagogfelagnum eisini arbeiða fyri?
Lønin skal upp, nógv upp!
Pedagogisk ábyrgd. Vit vilja hava viðbót til tey hjálparfólk, sum gera tað arbeiði, íð má gerast, tá eingin pedagogur er.
Vit vilja hava viðbót fyri áramál!
Vit vilja hava vanæriligu álitisfólkaskipanina, sum bara er fyri limir í Pedagogfelagnum burtur, og ístaðin vilja vit hava starvsfólkaumboð fyri allar starvsbólkar.
Og vit vilja hava samráðingarrættin um egin viðurskifti. Alt annað er vanæriligt.
Um hjálparfólk av onkrari orsøk ikki vilja úr Pedagogfelagnum, so fara við í Hjálparfólkafelagnum at heita á tykkum, at vísa andlit. Vísið okkum, at tit klára at arbeiða fyri øllum hjálparfólkum.
Lat okkum hoyra frá tykkum. Vit hava roynt, men eingin í hjálparfólkaráðnum hjá Pedagogfelagnum vil svara okkum og vilja ikki á fund við okkum. Vit vilja vita, hvat tit gera fyri okkum, og hvønn leiklut, tit sum meiriluti í Pedagogfelagnum, hava í samráðingunum?
Eru tit sum meiriluti í Pedagogfelagnum yvirhøvur við í samráðingunum? Hvørjum arbeiða tit við? Hægri løn? Fleiri stig? Viðbøtur? Førleikamenning? Vit hoyra onki. Vit skilja ikki, hví ongin hoyrir nakað frá tykkum?
Hvi er tað bara formaðurin, sum er pedagog, sum úttalar seg um øll viðurskifti, sum hava við hjálparfólk at gera? Hví er tað ikki hjálparfólkið, sum er nevnadarlimur, ella hjálparfólkaráðið?
Tit hava meirilutan í felagnum. Krevji tykkara/okkara rætt og latið pedagogarnar fáa frið at samráðast um síni egnu viðurskifti. Lat so okkum samráðast um okkara, tí tað klára vit fínt!
28. februar 2024
Hjálparfólkafelagið
Laila K. Rólantsson, skrivari